Havnin eigur mest sum einsamøll vøksturin

Tað runnu næstan 10 milliónir fleiri krónur í kassan hjá høvuðsstaðarkommununi fyrra hálvár, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør

Tórshavnar kommuna eigur nógv størri trygd fyri inntøkum og vøkstri í skattainntøkum, enn nøkur av hinum kommununum. Tað vísir fyribils skattauppgerðin fyri fyrra hálvár 2021 hjá TAKS.

 

Tølini siga, at fyrra hálvár var samlaði vøksturin í skattainntøkum hjá øllum kommununum 879.533 krónur, tá ið sammett verður við fyrra hálvár í 2020. Vøksturin var so lítil sum 0,08 prosent.

 

Vøksturin í Tórshavnar kommunu einsamallari var 9.881.482 krónur, sum er 2,29 prosent.

 

Meðan vøksturin í høvuðsstaðarkommununi var knappar 10 milliónir krónur, so var samlaða skattainntøkan hjá øllum hinum 28 kommununum 9,0 milliónir lægri, enn hon var fyrra hálvár í 2020.

 

Burtursæð frá Tórshavnar kommunu var tað bara Tvøroyrar kommuna, sum hevði meiri enn eina millión meiri í skattainntøku fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Meirinntøkan hjá Tvøroyrar kommunu var 1.164.121 krónur.

 

Í 17 kommunum var skattainntøkan fyrra hálvár lægri, enn hon var fyrra hálvár í fjør.

 

Fimm kommunur høvdu meiri enn eina millión í minniinntøku fyrra hálvár sammett við sama tíðarskeið í fjør.

 

Tær vóru

 

 

 

 

Klaksvíkar

 
 

112.949.858

 
 

110.609.060

 
 

-2.340.798

 
 

-2,07

 
 

Fuglafjarðar

 
 

36.322.571

 
 

35.177.703

 
 

-1.144.868

 
 

-3,15

 
 

Eystur

 
 

46.147.826

 
 

44.902.647

 
 

-1.245.179

 
 

-2,70

 
 

Runavíkar

 
 

88.497.794

 
 

87.235.937

 
 

-1.261.857

 
 

-1,43

 
 

Vestmanna

 
 

24.380.430

 
 

23.117.642

 
 

-1.262.788

 
 

-5,18