Havnin misti tríggjar milliónir krónur í gjár

Enn ein ferðamannaskrivstova hevur avlýst sínar komur til Havn í 2016. Talan er um Costa Cruises, sum í gjár boðaði Tórshavnar Havn frá, at felagið avlýsir sínar ætlaðu komur til Havn í 2016.

 

Í brævi til Tórshavnar Havn skrivar ferðamannaskrivstovan, at tað er orsaka av grindalógini, at felagið velur at avlýsa komur sínar í 2016.

 

Í 2015 vóru tvey skip hjá Costa Cruises á Havnini, við 6.000 ferðafólkum. Í ár hevði Costa Cruises bílagt komur fyri tvey líka stór skip.

 

Sambært eini nýggjari kanning leggur hvørt ferðafólk nærum 500 krónur eftir seg á Føroyavitjanini. Hetta merkir, at avlýsingin hjá Costa Cruises kostar ferðafólkavinnuni í Føroyum nærum tríggjar milliónir krónur.

 

Tískil er líkt til, at ásetingin um revsing fyri brot á fráboðanarskylduna í grindalógini enn kostar føroysku ferðavinnuni pening.

 

Tíðliga í vetur greiddi Annfinn Hjelm, fíggarleiðari á Tórshavnar Havn, hvussu stóra ávirkan hetta hevur á talið av ferðamannaskipum, ið vitja Havnina.

- Vit síggja eina markanta niðurgongd í ár í mun til í fjør. Í 2016 koma 40 ferðamannaskip á Havnina, í mun til 63 í ár. Um vit síggja burtur frá teimum skipunum, sum vóru her tá sólarmyrkingin var, so vóru 55 ferðamannaskip á Havnini í ár, sigur Annfinn Hjelm.

 

Í talið á ferðafólkum svarar hetta til at tað í ár væntandi koma 25.000 ferðafólk, tað vil siga ein afturgond á 18.000.

- Um hesi 25.000 leggja tað sama eftir seg, tað vil siga at líka stórur partur av teimum fer í land og brúkar á leið somu peningaupphædd her, so verður umsetningurin einans 8,7 milliónir ella 29 ársverk, sigur Annfinn Hjelm. Tað vil siga ein afturgongd á 7,3 milliónir, sum fyritøkan umroknar til 25 ársverk.

 

Í gjár syrgdi so eitt felag, Costa Cruises, fyri at tríggjar milliónir krónur færri koma í føroyska ferðavinnukassan.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindamálum, hevur boðað frá, at ásetingin um revsing verður broytt, men neyvan verður tað gjørt fyrr enn seinni í vár.