Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at Havnin skal vera við í Earth Hour 2009. Hetta merkir, at leygarkvøldið 28. mars verður Havnin myrkaløgd í ein tíma Leygarkvøldið 28. mars verður ljósið sløkt í miðbýnum í Havn og á Norðasta horni í ein tíma millum klokkan 20.30 og 21.30.
- Hetta, so høvuðsstaðurin - saman við 37 øðrum høvuðsstøðum kring heimin - kann geva umhvørvi og klimabroytingum ans, verður sagt í tíðindaskrivi.
Átakið, sum eitur »Earth Hour«, hevur góða undirtøku um allan heim. Tað byrjaði í Sydney í Australia fyri tveimum árum síðani, og í fjør vóru yvir 30 lond, 20.000 virki og milliónir av menniskjum við.
Í ár verður talið væntandi meira enn tvífaldað, og Havnin telist millum 38 høvuðsstaðir, sum eru við ? teirra millum London, Beijing, Rom, Moskva, Athen, Buenos Aires, Istanbul, Keypmannahavn, Manila, Bruxelles og Helsinki.
»Samstundis, sum Tórshavnar kommuna gongur undan í tiltakinum við at sløkkja ljósið á Ráðhúsinum og gøtuljósini í miðbýnum og á Norðasta Horni, verður mælt borgarunum og øðrum at gera tað sama henda tíman leygarkvøldið 28. mars« sigur Tórshavnar kommuna í skrivinum.
Tórshavnar kommuna skjýtur upp, at hesin eini tímin kann brúkast til at skapa hugna, og er stjørnuklárt, er Norðasta Horn eitt gott stað, um tú vilt kaga upp í himmalin, tí býlingurin er avbyrgdur frá øllum øðrum ljósi í býnum.
Kommunan hevur, saman við Pól Jespersen, gjørt eitt kort, ið sýnir stjørnuhimmalin yvir Føroyum, og sum verður borið í hvørt hús í kommununi.
Árið 2009 er lýst at vera altjóða stjørnufrøðiár, tí 400 ár eru liðin, síðan Galileo Galilei setti kikaran fyri eygað og granskaði stjørnuhimmalin.