HB hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við 19 ára gamla miðvallaran, Daniel Johansen. Tað boðar felagið frá umvegis heimasíðuna.
Daniel Johansen fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá HB í ár, har hann spældi við í 16 dystum og skeyt eitt mál.
Hann var eyðsýndur í fleiri av dystunum, og fyrsta mál hansara var ein frísparksperla í 2-1-tapi ímóti Víkingi 16. septembur.
HB skrivar á heimasíðuni, at nýggi sáttmálin hjá Danieli Johansen er galdandi í tvey ár.