HB ari venur við Esbjerg fB

Betri deildin menn: Pætur Petersen venur í hesum døgum við Esbjerg fB

Pætur Petersen venur í hesum døgum við Esbjerg fB, sum spælir í triðj bestu deildini í Danmark. Pætur Petersen hevur givið til kennar, at hann er sinnaður at royna okkurt nýtt uttanlands.

 

Esbjerg fB hevur á heimasíðuni boðað frá, at felagið fær vitjan av trimum spælarum, sum skulu venja við komandi tíðina. Afturat Pæturi Petersen frá HB, so er talan um norska Tobias Bjørnebye og Ahmad Gero úr Nigeria.

 

Pætur Petersen vann sær í fjør pláss á landsliðnum, eftir nøkur orkurík og málsøkjandi avrik á HB-liðnum. 24 ára gamli skálvíkingurin skoraði 10 mál í Betri deildini í fjør.