Toppdysturin í hesum umfarinum í Betrideildini er á Tórsvølli, har toppliðið HB hevur vitjan av NSÍ, sum er næstfremst.
At tað er heilt stór kapping um plássini á liðnum hjá HB sást á listanum yvir teir, sum sita á beinkinum. Har eru millum aðrar landsliðsspælarin René S. Joensen, Pætur J. Petersen, Øssur Dalbúð og hjálparvenjarin Kevin Schindler saman við Ása Dam, Áka D. Samuelsen og eykamálverjanum Jákupi Højgaard.
Merkisvert er tað, at Mikkel Frankoch, sum hevur verið framúr á miðvøllinum, ikki er á listanum ídag.
Millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ er Jesper Flinck Christjansen á miðvøllinum. Fyri stórari viku síðani flutti hann úr Lyngby í superliguni og til Runavíkar og NSÍ.
Á NSÍ beinkinum eru eykamálverjin Karstin Hansen, Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes og Aron Knudsen.
HB – NSÍ kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Heri H. Mohr – Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl
NSÍ: Tórður T. Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Salmundur Bech, Jesper Flinck Christjansen, Betuel Hansen, Jann S. Benjaminsen – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen