Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
29. mars rullar Formula-bólturin fyri fyrstu ferð í ár. Tá leggur B36 graslíki til uppgerð móti uppflytarunum úr Fuglafirði, og so verður annars spælt við fullari ferð fram til 13. juli, tá liðini fara í stuttan summarsteðg.
6. august er landskapping aftur á skránni, og við undantakið av onkrum landsdystarvikuskiftum verður so spælt hvørt vikuskiftið fram til 25. oktober, sum er seinasti leikdagur.
Umframt B36 og ÍF eru hinir dystirnir í fyrsta umfarinum GÍ-B68, NSÍ-B71, EB/S-KÍ og HB-Skála.
Góðbitar bíða
Og líkt er til, at FSF hevur tikið nakað av atliti til, hvussu ymsu liðini stóðu seg í fjør. Og hvørji kunnu roknast við at spæla avgerandi dystirnar móti kappingarenda. Í øllum førum eru hópin av innanhýsis uppgerðum millum tey fremstu í fjør, tá seinastu umførini av landskappingini skulu spælast.
Meistararnir úr NSÍ skulu seinastu fimm umførini spæla móti B36 (h), EB/Streymi (h), HB (ú), KÍ (ú) og Skála (h). Silvurvinnararnir úr EB/Streymi hitta tá GÍ (h), NSÍ (ú), B36 (h), Skála (ú) og HB (h). B36 vann í fjør bronsu, og teir enda við NSÍ (ú), B71 (h), EB/S (ú), HB (ú) og B68 (h). Og HB, sum í fjør gjørdist nummar fýra hevur ÍF (h), GÍ (ú), NSÍ (h), B36 (h) og EB/S (ú).