HB haltar í fremstu røð

Víkingur er á veg í høvuðsstaðin fyri at vinna og harvið minka um frástøðuna til oddaliðið

Meðan KÍ er á veg suður til Kosovo, har klaksvíkingar hóskvøldið fara at spæla fyrra dystin í triðja umfari í Europa Conference League, so riggar einasti avbjóðarin í toppstríðnum til at fara í Gundadal í kvøld, har fyrsta bríkslið millum HB og Víking verður klokkan 18.

 

KÍ sigurin ímóti B68 sunnudagin bar við sær, at nú er frástøðan aftur til Víking 9 stig. Tí er tað avgerandi hjá Víkingi, um FM spenningurin skal verða varðveittur, at úrtøkan í Gundadali í kvøld verður trý stig. HB hevur 37 stig, og HB er á triðja plássi við 28stigum

 

Í sjeynda umfari vann Víkingur 4-2 á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina skoraði Olaf Bárðarson til 1-0 og2-0, áðrenn Jákup Thomsen minkaði um munin. So økti Sølvi Vatnhamar um heimaleiðsluna til 3-1 og 4-1, áðrenn Øssur M. Dalbúð minkaði um munin til 4-2. Tá ið støðan var 1-0, bjargaði málverjin hjá Víkingi Bárður á Reynatrøð brotssparki, sum Stefan Radosavljevic royndi seg við.

 

Í fjør vann Víkingur allar tríggjar ferðirnar ímóti HB – 2-1 og 3-1 á heimavølli og 2-1 í Havn. Í fyrraárið vann HB allar tríggjar dystirnar – 3-0 og 4-0 í Havn og 3-1 í Gøtu.

 

Hjá HB er skaðastøðan tann sama, sum hon var undan summarsteðginum. Verjuspælararnir Heri H. Mohr og Gustav Kjeldsen eru skaddir, og tað eru álopsspælararnir Hilmar Leon Jakobsen og Jákup L. Thomsen eisini. Hesir báðir síðst nevndu vóru undan kappingarbyrjan roknaðir at vera bestu boðini upp á álopsspælara hjá HB, men felags fyri teir báðar er, at teir hava verið nógv skaðadarvaðir. Hilmar Leon Jakobsen hevur skorað eitt mál, og Jákup L. Thomsen hevur skorað tvey mál.

 

Hjá Víkingi er Arnbjørn Svensson leikbannaður við fýra gulum kortum, og so er tað er ivamál, um Olaf Bárðarson og Andreas Lava Olsen, eru nóg væl fyri at spæla. Teir hava ikki vant við fullari ferð í hesi vikuni.

 

HB – Víkingur: Alex Troleis kl. 18.00.