HB hevur sett Kim Engstrøm sum venjara

HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur sett Kim Engstrøm sum venjara hjá Betri deildini hjá monnum.

Talan er um ein trý ára sáttmála. HB hevur seinastu vikurnar leitað langt eftir einum nýggjum venjara, eftir at tað bleiv greitt, at Kevin Schindler ikki fær neyðugu venjaraloyvini.

 

HB hevur verið í samband við fleiri venjarar, men formaðurin í HB, Páll M. Joensen, segði við FM1, at teir fóru gjølla til verka, eftir at felagið ikki rakti rætt við venjaranum seinast. Tað hevur ljóðað, at HB hevur havt vitjan seinastu dagarnar, og í dag kundi Tipsblaðið boðað frá, at samráðingar vóru millum 42 ára gamla Kim Engstrøm og HB.

 

Tað er eitt sindur áhugavert, at HB hevur gjørt ein trý ára sáttmála við venjaran. Tað er ikki so vanligt í føroyskum fótbólti. HB hevur ein pappírinum ein sterkan hóp, men so er spurningurin, um hann tekur nakar spælarar við sær.

 

HB.fo skrivar:

 

Avtala er gjørd danan Kim Engstrøm, um at verða høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum komandi trý árini. Kim er 42-ára gamal, og hevur hægstu venjaraútbúgving – UEFA Pro Licence. Síðani 2016 hevur Kim verið venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann vann danska meistaraheitið við í 2020.