Í seinnu helvt at landskappingini hjá kvinnum hevur tað verið sera trupult at spáa um úrslitini undan dystunum. Tey fýra liðini, sum hava verið eftir í kappingini, VB, B36, KÍ og HB, hava øll tikið stig frá hvørjum øðrum, men sum heild hevur HB staðið seg best, samstundis sum hini úrslitini hava lagað seg stak væl fyri tær reyðu og svørtu úr Havn. Leygardagin koma vágskvinnur at taka dystin upp við HB í Gundadali, og vinnur heimaliðið tann dystin, so eru tær føroyameistarar.
KÍ kært dystin í Vági
Sum áðurnevnt, so var tað úrslitið í Vági seinasta vikuskifti, tá ið VB vann 3-1 á KÍ, sum hevur gjørt, at HB kann vinna meistaraheitið leygardagin. Tó er seinasta orðið neyvan sagt um henda dyst, tí KÍ hevur kært um dystin, tí klaksvíkingar meta, at alt ikki fór rætt fram, bæði áðrenn dystin og undir sjálvum dystinum.
Úr Klaksvík frætta vit, at KÍ hevur sent FSF eina kæru um dystin, tí at felagið ikki vil góðtaka umstøðurnar, sum dysturin var spældur undir. Til dømis eru klaksvíkingar ónøgdir við, at dómararnir úr Royn ikki møttu fyrr enn eitt korter eftir, at dysturin skuldi vera farin í gongd. Hetta fingu kvinnurnar hjá KÍ ikki at vita, fyrr enn beint áðrenn klokkan hálvgum trý, tá ið dysturin skuldi byrja. Hetta gjørdi, at upphitingin hjá KÍ fór púrasta út av lagi, siga tey úr Klaksvík.
Tá ið so dysturin endiliga skuldi setast í gongd, gjørdi venjarin hjá KÍ vart við, at einki hornafløgg vóru kring vøllin. Hetta løgdu dómararnir tó ikki so nógv í, og eingin fór at leita eftir nøkrum fløggum. Hetta er kanska eitt gott dømi um, hvussu lítið føroyskur kvinnufótbóltur verður virdur millum manna.
Tvíburðasystrarnar samanlagt reytt
At enda bleiv dysturin settur í gongd, og tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin, legði KÍ seg á odda. Henda støðan helt sær eisini til hálvleiks, men beinan vegin í seinna hálvleiki gjørdi heimaliðið ein vørr. Í fyrsta minuttinum eftir steðgin javnaðu tær til 1-1, og minuttin eftir løgdu tær seg á odda 2-1. Síðani gekk leikur rættuliga javnt á, hóast VB kanska hevði eina yvirvág í spæli.
Ein løgin hending var í seinna hálvleiki. Tiltiknu tvíburðasystrarnar hjá KÍ, Ragna og Rannvá Andreasen, fingu hvør sítt gula kort, og tá ið tann seinna fekk sítt, fekk hon samstundis tað reyða kortið. Onkur klaksvíkingur legði til merkis, at okkurt var galið við reyða kortinum, og liðskiparin fór so yvir til dómaran og segði, at tað ikki var sama leikari, sum hevði fingið tvey gul kort. Dómarin fór so at kanna eftir og kom til ta niðurstøðu, at klaksvíkskvinnur høvdu grein í sínum máli, og at leikarin ikki átti at vera rikin av vølli. Men hann vildi ikki fara út og biða hana koma inn aftur, og istaðin noyddust leikarar hjá KÍ at fara út eftir aðrari tvíburðsystrini, sum væl skiljandi var rættuliga uppøst.
Tað, ið eftir var av dystinum, var lítið skil á spælinum, og tá ið bert nakrir fáir minuttir vóru eftir av dystinum, økti VB til 3-1, og so var tann dysturin avgjørdur.
Umboð fyri KÍ siga, at kæran um dystin er minst líka nógv ein átala, sum tað er ein kæra, og klaksvíkingar vilja á henda hátt gera vart við, hvussu lítla virðing kvinnufótbólturin fær av bæði feløgum, dómarum, áskoðarum og øðrum.
HB gott tak á VB í ár
Um vit skulu meta út frá dystunum millum HB og VB higartil í ár, so hava havnarkvinnurnar eitt stak gott tak á vágskvinnum. Seinast liðini bæði hittust var í Vági fyri góðum mánaða síðani, og tá vann oddaliðið heili 6-2!
Liðskiparin hjá HB, Eyðvør úr Dímun, sigur við Sosialin, at tær eru ógvuliga uppsettar til dystin. Kvinnurnar hjá HB hava undir leiðslu av venjaranum, Maluni Mohr, vant miðvíst fram ímóti føroyameistaraheitinum, og leygardagin vilja tær fegnar hava tað í hús, eftir at tær ikki hava vunnið tað síðani 1995.
Manningin hjá HB í dag er rættuliga óroynd, og á liðnum í dag eru einans fýra, sum vóru við til at vinna føroyameistaraheitið fyri fýra árum síðani. Tær eru, umframt Eyðvør sjálva, Annika Godtfred, Annika Hansen og Liljan av Fløtum Jespersen.
Hóast liðið hjá HB er so mikið ungt, so er talan um eitt rættuliga væl samanspælt lið, tí fleiri av teimum yngru leikarunum hava spælt saman í yngru deildunum í fleiri ár. Fleiri av hesum ungu spælarunum eru nú berandi kreftir á liðnum. Nevnast kunnu eitt nú Eyðvør Thomsen, Silja á Borg og Maria Johnson.
Eyðvør úr Dímun sigur, at kvinnurnar hjá HB eru fullmannaðar til dystin leygardagin. Hon leggur eisini aftrat, at tær ikki fara at hava nakra yvirraskilsi, so sum at fáa onkran leikara heim av flatlondum. Tað er eingin loyna, at teir báðir útisetarnir, Teresa Johnson og Helga Ellingsgaard, hava havt nógv at siga á liðnum hjá HB, men tær báðar vera ikki á vøllinum leygardagin. ? Vit vilja vinna FM-heitið við tí fólki, sum vit hava tókt, sigur royndi liðskiparin hjá HB-kvinnunum.
At HB ikki hevur spælt dyst í tvær vikur, heldur Eyðvør ikki er nakar vansi, tí seinast tær høvdu frí í tvær vikur, var beint undan dystinum í Vági, tá ið tær vunnu 6-2, so tað skuldi boða frá góðum fyri tær.
Lítið er at ivast í, at stórur spenningur er millum tey fáu fólkini, sum trúfast stuðla kvinnunum hjá HB, og Sosialurin verður sjálvsagt á staðnum og fer at hava stóra frásøgn frá dystinum.