Tað var einki at siga til, at lagið í HB leguni ikki var serliga gott, tá ið spælararnir hvíldu seg eftir stríðið á Svangaskarði:
- Tað er positivt, at vit spældu væl, og at vit skoraðu trý mál og spældu okkum til aðrar møguleikar. Men vit vóru ikki nóg góðir í 2. hálvleiki. Tá ið vit høvdu økt um leiðsluna til 3-1, áttu vit at havt tamarhald á støðuni, men tað høvdu vit ikki. Uppskriftin átti at havt verið, at vit skuldu havt hildið upp á bóltin, men tað megnaðu vit ikki, og tá ið tað gekk fyri seg upp á teirra treytir, so vóru vit ikki nóg góðir, staðfesti Páll M. Joensen í HB.
Um tvær vikur fer HB at vitja meistararnar í Streymnesi:
- Vit kunnu fegnast um, at á Svangaskarði spældu vit betri, enn vit ofta hava gjørt á útivølli. Tað kunnu vit í hvussu so er taka við okkum, helt Páll M. Joensen.