Um vikuskiftið verður 14. umfar í Betri deildini hjá monnum. Byrjað verður fríggjakvøldið við týðandi dystum fyri B68 og Skála, sum eru undir niðurflytingarstrikuni. Argjamenn taka móti toftamonnum fríggjakvøldið klokkan 18. Dysturin verður á Ovara vølli í Gundadali, tí vøllurin á Argjum manglar endaligu góðkenningina, eftir at undirlagið er skift.
Klokkan 18.30 fær EB/Streymur vitjan av Skála. Heimaliðið hevur leitað sær í ovaru hálvu á stigataluni, meðan skálamenn taptu botndystin móti B68 fara vikuskiftið. Skála er kroyst til sigurs í niðurflytingarstríðnum, meðan EB/Streymur bara er tvey stig frá fjórða plássinum, sum kann geva atgongd til Evropa komandi ár.
Leygardagin er søguligi klassikarin millum HB og KÍ á skránni. Dysturin verður klokkan 17 á Tórsvølli. Sum skilst úr HB, so er orsøkin at tað er fótbóltsskúli á Ovara vølli, og HB ynskir ikki at spæla seinni enn klokkan 17. Samstundis verður dystur við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av Víkingi.
Ein dystur verður sunnudagin. Hann er millum 07 Vestur og B36.