HB skal suður aftur mánadagin

Nú er avgjørt, at dysturin millum TB og HB verður seinnapartin mánadagin

Soleiðis sá tað út við Stórá í Trongisvági, tá ið dómarin seinnapartin leygardagin gjørdi av at avlýsa dystin millum TB og HB

Fyrst var landskappingardysturin millum TB og HB framskundaður frá sunnudegnum og til leygardagin. Fyrsta bríksl var ætlað at vera klokkan 15.30 leygardagin, men tá var ikki hugsningur um at spæla fótbólt við Stórá í Trongisvági.

 

Tað var eitt sindur av vindi, men tað var ikki so nógvur vindur, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. Heldur var tað regnið, sum var orsøk til, at dysturin varð avlýstur. Tað vísti seg, at vøllurin megnaði ikki at svølgja regninum. Hyljarnir vóru so stórir á vøllinum, at tað bar ikki til at spæla fótbólt. Tí varð dysturin avlýstur.

 

Nú er tað greitt, at útsetti dysturin verður spældur seinnapartin mánadagin. HB skal suður aftur mánadagin, tá ið fyrsta bríksl við Stórá verður klokkan 15.30. 

 

Soleiðis sá tað út við Stórá í Trongisvági, tá ið dómarin seinnapartin leygardagin gjørdi av at avlýsa dystin millum TB og HB