Tað var grannauppgerð í Gundadali í kvøld, har næstbesta liðið hjá HB átti heimavøll ímóti B36.
Hýrurin var heilt leingi góður í B36 húsinum, meðan hann ikki var so góður í HB húsinum.
Í 11. minutti legði Mattias Hellisdal B36 á odda. Uppleggið átti Rani Berg í Soylu.
B36 hevði fleiri góðar málmøguleikar enn HB, og B36 vann seks hornaspørk, meðan HB vann tvey hornaspærl.
Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum, var tað HB, sum var vinnari. Úrslitið var 3-1.
Tá ið eitt korter var eftir, javnaði Ási Dam til 1-1. Tríggjar minuttir seinni legði Dánjal Reginsson HB á odda 2-1, og í 90. Minutti, tá ið B36 í eina løtu hevði lagt nógv fyri í álopinum, var tað innskifti Páll Fríði Ziskason, sum staðfesti 3-1 heimasigurin.
Í fjør var Páll Fríði Ziskason sjey ferðir á næstbesta HB liðnum. Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð í ár á HB liðnum í næstbestu deildini, og í kvøld var hann fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild.
HB hevur nú 17 stig, og B36 hevur 20 stig.