HB spælir í 33 hitastigum

Tølini siga, at tað er øgiligur smeitur hjá HB at spæla í Albania heldur enn í Gundadali

Michal Przybylski verður í kvøld á HB miðvøllinum

Um minni enn ein tíma verður fyrsta bríksl á Niko Dovana Stadium í Durres í Albania. Har eigur HB heimavøll ímóti Inter Escaldes úr Andorra. Dómari er Joonas Jaanovits úr Estlandi.

 

Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi vera á ovara vølli í Gundadali. Men UEFA gjørdi av, at dysturin skuldi flytast suður til Albania, tí koronaásetingarnar í Føroyum vórðu hildnar at vera ov stívar.

 

Í kvøld hevði dysturin verið í mjørka og regni og tíggju hitastigum og átta metrum um sekundi av útsynningi, um dysturin varð spældur í Gundadali.

 

Nú verður hann í Albania, har tað eru 33 hitastig.

 

Veðrið er als ikki í parti við HB. Og tølini siga, at tað á allan hátt er bági fyri HB, at dysturin ikki er í Gundadali.

 

HB hevur síðani 1999 spælt níggju ferðir í europeisku meistarakappingini. Í 2014 eydnaðist tað at vinna ímóti Lincoln Red Imps, og tí spældi HB tvær ferðir á heimavølli og tvær ferðir á útivølli hetta árið.

 

Tilsaman hevur HB spælt tíggju dystir á heimavølli og tíggju dystir á útivølli í europeisku meistarakappingini. Á heimavølli er málmunurin 16 – 14, og á útivølli er málmunurin 6 – 33.

 

Jonas Dal Andersen hevur sett liðið, sum nú fyrireikar seg í øllum hitanum í Albania. Merkisvert er tað, at Stefan Radosavljevic ikki er førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu.

 

 

 

 

 

HB – Inter Escaldes Andorra kl. 19.00

 

Dómarabólkur úr Estlandi: Joonas Jaanovits, Aron Härsing, Riivo Stolts og Karl Koppel (4. dómari)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mads Mikkelsen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, Heðin Hansen, René S. Joensen – Hilmas Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

 

Venjari: Jonas Dal Andersen

 

Á beinkinum: Rói Mørk Hentze, Moro, Dan í Soylu, Pætur J. Petersen, Odeh, Heri H. Mohr, Stefan Radosavljevic, Hanus Sørensen, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Áki D. Samuelsen

 

Michal Przybylski verður í kvøld á HB miðvøllinum