HB togar seg nærri silvurkrónunum

Víkingur legði annað vikuskifti á rað rygg til tap ímót kappingarneytunum til heiðurskrónurnar

HB vann í kvøld 2-1 á Tórsvølli ímóti Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0 til HB.

 

Víkingarnir vóru meiri beinleiðis í fyrra hálvleiki, tá ið talan var um málmøguleikar frammanfyri HB málið, meðan HB var nógv á bóltinum og í løtum broderaði væl, uttan at tað eydnaðist at vinna seg til upplagdar málmøguleikar.

 

2-1 sigurin ber við sær, at HB nú hevur 49 stig og er eitt stig aftanfyri Víking og næstfremsta plássið. Hetta er triði dysturin á rað, at Víkingur fer av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Eftir 1-1 ímóti 07 Vestur, tapti Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti KÍ og so í kvøld 2-1 á útivølli ímóti HB.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum legði HB seg á odda 1-0. Tað var við brotssparki, sum Daniel Johansen trygt setti í málið. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið bólturin tók í armin á Bergi Gregersen.

 

Sjey minuttir eftir steðgin økti HB um leiðsluna. Stefan Radosavljevic spældi í vinstru til Adrian Justinussen, sum við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og í handaru síðu av málinum skoraði.

 

13 minuttir undan leikloki var aftur spenningur. Jákup Johanse n skoraði eitt sindur út vinstru, eftir at innskifti Finnur Justinussen hevði spælt hann leysan.

 

-

 

HB – Víkingur 2-1 (1-0)

 

1-0: Daniel Johansen br

 

2-0: Adrian Justinussen

 

2-1: Jákup Johansen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Dan í Soylu – Áki D. Samuelsen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen