HB varpað úr Europa

Fyrsta bríksl er klokkan 18.00 í Gundadali

Tað gongur ikki væl hjá føroysku liðunum í Europa fótbóltinum í ár.

Eftir fyrsta umfar lá tað mest sum í luftini, at NSÍ fór at verða varpað úr kappingini. NSÍ tapti 2-0 á heimavølli og eftir fyrra hálvleik á útivølli er NSÍ aftanfyri 2-0.

Týskvøldið misti B36 á stokkinum, og í kvøld hevur HB mist rættin at halda fram í Europa liguni. Levadia hevur í kvøld vunnið 2-0 í Gundadali og harvið samantalt 3-1.

Einasta føroyska liðið, sum í løtuni hevur møguleika at vinna Føroyum rætt at halda fram, er Víkingur, sum spælir á Svangaskarði. Har er hálvleiksstøðan 2-0, eftir at Ventspils fyri einari viku síðani vann 2-ø0 á heimavølli.

 

 

LIÐUGT

0-2

0-2: Anton Miranchuk

Tað varð Levadia, sum skoraði málið, ið lúrdi í Gundadali. HB var sera framrættað, og spælarin var púra leysur frammanfyri Teit Matras Gestsson, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

90) 0-1

HB spælararnir vísa góðan hugburð, men nú síggja teir út til at vera sera troyttir.

 

83) 0-1

HB pressar øgiligt fyri at skora útjavnandi málið og harvið at fáa longda leiktíð. Tað ber við sær, at møguleikin hjá gestunum at fara í mótálop er størri, og teir eru vandamiklir. Tað liggur í luftini, at eitt mál fer at verða skorað aftrar. Spurningurin er, hvørjum enda tað fer at verða skorað í.

 

79) 0-1

Øssur Dalbúð verður settur á vøllin í staðin fyri Adrian Justinussen.

 

78) 0-1

Ari Mohr Olsen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Pál Mohr Joensen.

 

76) 0-1

GULT KORT. Adrian Justinussen sær gult fyri fríspark.

 

73) 0-1

HB leggur trýst á, og eftir horna frá Adrian Justinussen er tætt við, men bólturin siglir framvið øllum og út í hinum borðinum. HB spælararnir tykjast trúgva upp á møguleikan, hóast teir eru sera troyttir.

 

71) 0-1

0-1: Kobzar

Eftir innlegg úr vinstru er Kobzar leysur mitt fyri, tá ið hann við høvdinum setur bóltin í HB málið. Nú eru fyritreytirnar púra broyttar. Í fyrstu atløgu er neyðugt at hjá HB at skora fyri at fáa longda leiktíð.

 

69) 0-0

Teit Jacobsen sær gult fyri sambært dómaran at royna at filma seg til fríspark á brotsteigarmarkinum í høgru.

 

67) 0-0

Nú er tað Levadia venjarin, sum er illa nøgdur, tí HB spælararnir geva sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltstøður.

 

65) 0-0

Levadia risa møguleika. Eftir fríspark úr vinstru verður stútað við handara stólpa og fyri opnum máli, men bólturin fer dygst skeivu megin stólpan - har var tætt við!

 

60) 0-0

Tað gongur framvegis javnt á. Kanska tykist tað sum um, at HB spælararnir eru móðari enn mótstøðumenninir.

 

57) 0-0

GULT KORT. Ari Mohr Olsen sær gult fyri fríspark.

 

50) 0-0

Ari Mohr Olsen roynir seg ímóti málinum, men bólturin fer við síðuna av.

 

46) 0-0

HB fer á vøllin í somu uppstilling, sum endaði fyrra hálvleik. Longu undan steðginum varð Christian R. Mouritsen skiftur út við Bartal Wardum.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Tveir minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.

 

43) 0-0

GULT KORT. Miðverjin Morozov sær gult fyri at gera fríspark aftarlaga í høgru ímóti Teit Jacobsen. Adrian Justinussen tekur sær av frísparkinum úr góðari støðu í vinstru, men sendingin er alt ov óneyv.

 

40) 0-0

Kobzar sneiðir seg leysan úr vinstru, og tá ið hann er komin mitt fyri, smekkar hann til úr átjan metrum, men Teitur Matras Gestsson bjargar.

 

39) 0-0

Ferðin hjá HB er minkað nakað, og nú er tað Levadia, sum er meiri á bóltinum, og nú gongur meiri fyri seg á HB hálvuni, men í løtuni er talan ikki um upplagdar málmøguleikar.

 

36) 0-0

Bartal Wardum avloysir Christian R. Mouritsen. Bartal verður settur í fremstu røð.

 

34) 0-0

Levadia roynd úr 22 metrum endar við málsparki, tí bólturin fer væl omanfyri málið.

 

33) 0-0

Christian R. Mouritsen kemur aftur á vøllin.

 

32) 0-0

Christian R. Mouritsen liggur skaddur frammanfyri egnan brotsteig, og nú verður hann borin á børu av vøllinum.

 

30) 0-0

HB er undir stórum trýsti. Eftir HB fríspark í vinstru, og eftir at HB spælararnir vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki fyri hands, fer mótsstøðuliðið í skjótt álop, og tað er øgiliga vandamikið, tá ið HB eftir innlegg úr vinstru bjargar á strikuni og so til horna, ið spent støða spyrst burturúr.

 

27) 0-0

Eftir innlegg úr vinstru og til handara stólpa er Hunt í góðari støðu, tá ið hann stútar, men Teitur M. Gestsson bjargar.

 

25) 0-0

Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar, men tað er eingin ivi um, at tað er HB, sum er meiri á bóltinum, og at tað gongur meiri fyri seg á mótstøðuhálvuni.

 

22) 0-0

Nú Rókur Jespersen ikki er tøkur, kemur tað illa við, at Tróndur Jensen liggur skaddur á vøllinum. Tíbetur reisir hann seg aftur og ætlar at halda fram at spæla.

 

19) 0-0

Ungu HB spælararnir eru væl upplagdir. Nú var tað Teit Jacobsen, sum sneiddi framvið trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann stutt uttanfyri brotsteigin royndi at spæla í høgru til Adrian Justinussen, men ein verjuspælari kom akkurát ímillum. Har var tætt við uppløgdum møguleika.

 

16) 0-0

Magnus Egilsson er um reppið at síggja gult eftir ógvusligt fríspark. HB liðið kennist vera væl upplagt, og tað verður ikki spart, tá ið liðið leypir á við fimm ella seks monnum.

 

13) 0-0

Nú hevði HB risa møguleika at skora! Magnus Egilsson legði innfyri, og við handara stólpa var Adrian Justinussen í sera góðari støðu, tá ið hann setti innaru síðuna á, men úr átta metrum sigldi bólturin omanfyri tvørtræið handaru megin.

 

12) 0-0

FC Levadia tiltuskar sær tvey horna - fyrst í vinstru og síðani í høgru. Einki spyrst burturúr, men estlendingarnir eru treiskir og vilja illa geva seg, áðrenn HB fer í fínt skjótt álop, har tað sær gott út, men har sending úr vinstru frá Magnusi Egilsson fer væl út av vøllinum. Spell.

 

10) 0-0

So leingi sum støðan er málleysur javnleikur, eigur HB plássið í næsta umfari. Tað kemst av málinum, sum varð skorað á útivølli.

 

08) 0-0

HB spælararnir eru grammir og framrættaðir. Teir seta manngarðin væl frammanfyri miðstrikuna, har Adrian Justinussen og Ari Mohr Olsen eru fyrstu menninir í verjuspælinum.

 

06) 0-0

Christian R. Mouritsen fer um koll í mótstøðubrotsteiginum, og HB spælararnir vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tjekkiski dómarin tigur.

 

04) 0-0

Teit Jacobsen er fluttur aftur á sentrala miðvallarplássið undir liðini á Tróndi Jensen.

 

02) 0-0

HB er í reyðum og svørtum, sum liðið plagar at vera. Mótstøðumenninir eru hvítir frá issa og til solla.

 

00) 0-0

Merkisvert er tað, at Rókur Jespersen ikki er á HB liðnum. Hann hevur givið avboð, tí hann hvørja løtu kann verða pápi.

 

00) 0-0

Líkindini í Gundadali eru av teimum fagrastu. Tað er turt, stilt og trettan hitastig!

 

HB-FC Levadia Tallinn kl. 18.00

Dómarakvartett úr Tjekkia: Radek Příhoda, Jiří Moláček, Jakub Hrabovsky og Jiří Houdek

Fyrri dysturin endaði 1-1

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári Mohr Jónsson – Tróndur Jensen, Teit Jacobsen – Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen, Magnus Egilsson – Ári Mohr Olsen

Á beinkinum: Niklas Thomsen, Bartal Wardum, Pál Mohr Joensen, Daniel Johansen, Tóri Rasmussen, Øssur M. Dalbúð

Venjari: Jan C. Dam

Levadia: Sergei Lepmets – Luc Landry Tabi Manga, Ilja Antonov, Marcellin Gando, Anton Miranchuk, Siim Luts, Marek Kaljumäe, Maksim Podholjuzin, Igor Morozov, Rimo Hunt, Evgeni Kobzar

Á beinkinum: Priit Pikker, Hindrek Ojamaa, Daniil Ratnikov, Andreas Raudsepp, Alan Gatagov

Venjari: Sergei Ratnikov

 

------

HÁLVLEIKUR

0-0

 

44) 0-0

Framvegis málleyst, og fremvegis eru víkingarnir sera ágrýtnir.

 

32) 0-0

Sera tætt við, at Víkingur javnar, men eftir at Sorin Anghel stútar upp um málverjan, siglir bólturin dygst framvið málinum.

 

30) 0-0

GULT KORT. 

 

25) 0-0

GULT KORT. Andreas Lava Olsen fyri fríspark.

Víkingur hevur havt fýra hornaspørk, uttan at nakað er komið burturúr.

 

 

 

18) 0-0

So var um reppið, at Philip Djordjevic legði Víking framum. Hann sneiddi framvið tveimum, og tá ið hann var komin í brotsteigin smekkaði hann til, men bólturin brast í tvørtræið.

 

16) 0-0

Leikgongdin er tann sama. Víkingarnir eru ágangandi, og teir vinna nógvar nærdystir, men higartil er tað málleyst.

Sum á heimavølli so spælir Ventspils seg eisini í kvøld við longum sendingum og høgum innleggum.

 

10) 0-0

Tað er einki at bíða við, tá ið støðan er 2-0 til mótstøðuliðið. Víkingur leggur nógv fyri í royndini at minka um munin.

 

03) 0-0

GULT KORT. Hans Jørgen Djurhuus hevur longu sæð gula kortið fyri fríspark.

 

00) 0-0

Sámal Erik Hentze hevur út frá royndini á útivølli broytt Víkingaliðið í kvøld. Sorin Anghel er á verjukendum miðvallarplássi saman við Hans Jørgen Djurhuus. Mótstøðumenninir eru kropssterkir, og teir eru serliga stinnir í høvuðspælinum.

 

Víkingur-Ventspils kl. 19.00

Ventspils vann fyrra dystin 2-0

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Gert Hansen – Hans Jørgen Djurhuus, Soren Anghel – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic – Finnur Justinussen 

 

----

 

42) 2-0

2-0: Rudyka

 

20) 1-0

1-0: Burko

Shakhtyor-NSÍ kl. 19.00