HC Aarhus er næstfremst aftaná stórsigur á heimavølli

Tvey føroyingalið eru fremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá landsliðsleikarnum, Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus var í leiki í dag.

 

Á heimavølli eydnaðist tað HC Aarhus at vinna stórsigur 41-31 á Odense. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-17.

 

Peter Krogh skoraði eitt mál.

 

HC Aarhus er næstfremst í deildini við seks stigum. Liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ er oddalið við átta stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur HØJ móti HC Aarhus í tí sum verður bæði ein oddauppgerð og ein føroyingauppgerð.

 

Støðan:

 

Nr,LiðDystirStig
1HØJ       48
2Aarhus HC  46
3Skive       46
4Norddjurs     44
5Sydhavsøerne 44
6 Tønder44
7Lemvig-Thyborøn   44
8HC Odense    44
9HC Midtjylland  44
10Rækker Mølle  44
11Odder   42
12Roskilde 42
13FIF42
14Faaborg  42