EB/Streymur boðar frá, at Heðin Askham heldur fram sum venjari, og felagið hevur eisini gjørt nýggjar avtalur við Pætur Dam Jacobsen og Marna Djurhuus.
Heðin Askham hevur verið venjari í EB/Streymi síðani 2009, men tað var ivasamt, um hann fór at halda fram í starvinum. Tað er nú komið uppá plass, og tað fegnast EB/Streymur um.
- Vit eru sera fegin um hetta, tí Heðin er ein góður og dámligur venjari, sum dugir sera væl at fáa alt tað besta fram í leikarum okkara, og við honum á síðulinjuni hava vit góðar vónir um góð úrslit komandi ár eisini, skrivar EB/Streymur á heimsíðuni.
Eisini verjuspælarin Marni Djurhuus heldur fram í EB/Streymi, har hann er uppvaksin. Marni hevur síðani 2001 spælt 287 dystir við besta liðnum hjá EB/Streymi.
Og EB/Streymur hevur eisini gjørt nýggja avtalu við miðvallarspælaran Pætur Dam Jacobsen, sum kom til EB/Streym í 2009. Hann hevur hesi 3 árini leikt 94 landskappingardystir við felagnum. Á ársveitsluni hjá EB/Streymi fyri viku síðani varð júst Pætur Dam Jacobsen valdur sum ársins spælari hjá EB/Streymi í ár.