Healy heldur lív í Norðurírlandi

David Healy var aftur undangongumaðurin, tá Norðurírland í gjár vann heimadystin í EM-undanbólki B ímóti Liechtenstein. Sigurin ger, at Norðurírland aftur er á øðrum plássi

Ein hópur av landsdystum vóru á skránni kring heimin í gjárkvøldið – bæði vinardystir og týðandi EM-undankappingardystir. EM-undankappingardystirnir vóru ikki so nógvir í tali, men tó vóru fleiri óvæntaði úrslit á skránni.

Í EM-undankappingarbólki A vóru tríggir dystir á skránni, og tí var at kalla fult umfar. Eitt av norðanlondunum vóru í dysti, tá Finnland tók ímóti Kasakstan, og her megnaðu finnar at vinna 2-1. Sigursmálið skoraði Tottenham-leikarin, Teemu Tainio, um miðjan seinna hálvleik.

Í næsta dystinum misti Portugal týðandi fet í royndunum at koma víðari til EM, tá ið teir bert fingu javnleik 1-1 úti ímóti Armenia. Men hóast Serbia nú hevði møguleika at fara fram við Portugal, so kiksaðu teir eisini, tá teir vitjaðu í Belgia. Belgia vann nevniliga dystin 3-2, og við hesum úrslitunum er EM-undanbólkur A víðopin.


Healy aftur upp á spæl

Eitt av mest yvirraskandi liðunum í EM-undankappingini hevur verið Norðurírland. Í gjár spældu teir á heimavølli ímóti Liechtenstein, og Norðurírland vann 3-1. Sum ikki einaferð var tað Fulham-áleyparin, David Healy, sum legði grundina til sigurin, tá hann skoraði tvey mál undan steðginum.

Við sigrinum er Norðurírland á øðrum plássi tvey stig aftan fyri Svøríki, meðan teir eru eitt stig framman fyri Spania og seks stig framman fyri Danmark. Danmark hevur tó leikt ei dyst færri enn hini liðini.

Leggjast kann afturat, at Healy við sínum tveimum málum í gjár nú hevur fingið 11 mál í sjey dystum í hesum EM-undankappingini, og hann liggur einsamallur á odda á máltindinum.