Heðin Zachariasen stillar ikki uppaftur fyri Fólkaflokkin

Enn er ógreitt, hvussu støðan er í Fólkaflokkinum sum í løtuni hevur floksleiðslufund um støðana, nú formaðurin hevur lagt frá sær

Á veg inn á fundin segði Heðin Zachariasen við kringvarpið, at hann heldur ikki stillar uppaftur fyri Fólkaflokkin til løgtingsvali.

Heðin Zachariasen sigur annars við vikuskiftis-Sosialin, at hann ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at stilla uppaftur ella ikki. Men ta støðuna hevur so tikið í dag, eftir at Christian Andreasen hevur tveitt handklæði í ringin. Heðin Zachariasen hoyrir til sama vong í Fólkaflokkinum, sum Christian Andreasen, teir sum siga seg vilja endurnýggja flokkin.

Nú er greitt, at í øllum førum tríggir tingmenn hjá Fólkaflokkinum ikki stilla uppaftur. Jógvan á Lakjuni hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp. Tað hevur tó einki við hetta rokið at gera, hesum hevur hann langt síðani boðað frá – og hann fyllir 70 ár sunnudagin. Men í dag boða so Christian Andreasen og Heðin Zachariasen frá, at teir ikki stilla uppaftur.