Óheft at stýra skuldini

Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, sum snýr seg um, at nú skal verða gjørligt hjá fólki við skuld at fáa óhefta ráðgeving við skuldini. Sum er, eru tað bara privat við egnum áhugamálum, ið gera hetta

Tá hjólini mæla eitt sindur seinni í samfelagnum, og summi vilja vera við, at tað er kreppa, so gerst tað munandi tyngri at hava skuld. Skuld, sum varð uppbygd, tá hjólini mólu heilt skjótt, og bankar og onnur veittu lán fyri eitt gott orð.

Tá fyritøkur við áhugamálum skulu umsita skuldina hjá tær, tá vilja tær í allar flestu førum verja seg sjálvan fyri tapi. Hetta kann ganga útyvir skuldaran.

Hetta hevur Tjóðveldi eitt uppskot til at broyta, við at seta eina óhefta skuldarráðgeving á stovn, ið skal virka á sama hátt sum rættarhjálpin, ið kann hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri, ella sum hava tørv á vegleiðing.

- Sum er hava vit ongan óheftan, ið kann ráðgeva fólki, sum hava fingið eina skuld, og tí leggja vit hetta uppskotið fram, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann leggur afturat, at henda tænasta ikki skal kosta so nógv – lítið meira enn eina millión – tí ætlanin er ikki at hava eina stóra umsiting av hesum.


Verja brúkaran

Í uppskotinum vísir Tjóðveldi á, hvussu lænimøguleikarnir eru broyttir seinastu árini, soleiðis, at tað er sera torført hjá vanliga kundanum at skilja, hvat í veruleikanum gongur fyri seg.

- Tjóðveldi heitir á Landsstýrið at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum, stendur millum annað í uppskotinum.


Rokna við undirtøku

- Uppskot frá andstøðuni verða sjáldan tikin veruliga upp av samgonguni, men eg meti, at hetta uppskotið er so mikið skilagott, at hetta kanska fær undirtøku, sigur Høgni Hoydal. Sum leggur dent á, at hetta sampakkar væl við uppskot uttanlands, umframt, at hetta er í tráð við politikkin við brúkaraumboði.


Í prinsippinum ímóti

Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, er í prinsippinum ímóti, at útbyggja almennar stovnar í eyst og vest, sum hann nevnir tað, og hann heldur somuleiðis, at tey flestu burdu havt skil fýri sínum privatøkonomisku viðurskiftum.

- Eg haldi, at ein og hvør persónur, við sínum fullu fimm, sjálvur skal vera førur fyri at stýra sínum fíggjarligu viðurskiftum, sigur Jóhan Dahl, sum ivast stórliga í, hvat hetta skal hjálpa, tí vit hava longu sakførarar og grannskoðarar, ið tað ber til at heita á. Tó tekur hann undir við, at tað eru fólk, ið kanska ikki hava útbúgvingar, sum kunnu koma í trupulleikar og ikki hava ráð til grannskoðarar og sakførarar, men vinnumálaráðharrin heldur ikki, at tað er rætt brúktur peningur at útbyggja almennar skipanir til hetta endamál.