Hegn kundi fyribyrgt nógvum óhappum

Tað er ein ósemja í løtuni millum Búnaðarstovuna, Bóndafelagið og Óðalsfelagið øðrumegin og tryggingarfeløgini hinumegin, um endurgjaldsupphæddir til bøndur, tá seyður verður yvirkoyrdur og doyr á vegnum.

 

Andrass Holm Arge, deildarleiðari á Búnaðarstovuni, sigur, at tað er fyrst og fremst á høvuðsvegum, at óhappini henda. Serliga er tað á leiðini millum Hvítanes og Vágar, at óhappini henda og at eini 80% av øllum óhappum kundu verði fyribyrgd við at hegna framvið vegnum.

 

Les eisini: Vilja hava meir pening fyri mistan seyð

 

- Ein stóru partur hevði kunna verið fyribyrgt við at hegna framvið vegnum. Sum vit síggja tað, so er tað ein spurningur um ferðslutrygd og tí liggur tað hjá Landsverk at átaka sær uppgávuna, men eg ivist í um fígging er til tað, sigur Andrass Holm Arge.

 

Armgarð Steinhólm er leiðari á deildini fyri infrakervi á Landsverk og hon tekur undir við Andrass Holm Arge í tí hann sigur, at hegn framvið vegnum kundi loyst nógv. Tó ivast hon í hvør eigur uppgávuna.

 

Les eisini: Torført at tryggja væntaða inntøku

 

- Landsverk íroknar altíð hegn tá vit gera nýggjar vegir, men tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Tí eru tað nógv eldri vegastrekkir, ið ikki er hegnað framvið. Eg veit ikki um ábyrgdin fyri økinum er staðfest at liggja hjá Landsverk, men í øllum førum, so hevði ein slík verkætlan kosta fleiri milliónir, sigur Armgarð Steinhólm.