Heiðra Gongufelagið í Havn

Seinastu árini hevur Lions klubburin í Havn heiðr­að okkurt felag ella onkran einstakling, sum hevur gjørt okkurt munagott til frama fyri Havnina ella havnaborgarar.

Í ár gjørdi klubburin av at heiðra Tórs­hav­nar Gong­u­felag fyri gera so nógv burtur úr at eggj­að fólki til at venja lið og limir við gongu­túr­um bæði kring Havnina og landið alt.

Tí kunnu ferðirnar sigast at vera eitt heilsu­fremj­andi tiltak.
Við virksemi sínum hevur felagið sam­stund­is givið havnarborgarum høvi at kunna seg um land okkara á túrum fel­ags­ins.

Á Myndin er tað Heini Olsen frá Lions Klubba­num í Havn, sum handar umboðum fyri Tórs­havn­ar Gongufelag heiðursskjal og kekk. Frá vinstru á myndini : Viggo Christ­i­an­­sen, Mortan Mørk, Arngerð Mørk, Bette Jo­han­sen og Heini Olsen.