Fyrrverandi løgreglumaðurin hevur sitið í nevndini í Reyða Krossi síðani 1982.
- Her er hann kendur sum ein ógvuliga engasjeraður formaður, sum m.a. hevur ment virksemið hjá felagsskapinum innan fyrstuhjálp og endurnýtslu.
- Hann hevur eisini við virksemi sínum verið sera dugnaligur at aktivera bæði sjálvboðin og tað føroyska fólkið, sigur Reyði Krossur.
Hetta seinasta kom ikki minst til sjóndar við innsavningina til offrini eftir tsunamiina, har føroyingar góvu nógv meiri fyri hvønn íbúgva enn danir.
Sjálvur er Suni Vinther sera fegin um henda heiðurin og tekur ímóti honum við takksemi.
- Tað at hava gjørt nakað - og at onnur halda at ein hevur gjørt nakað - er týdningarmikið, sigur Suni Vinther í eini viðmerking til sýnda heiðurin.
Og sum skilst hevur hann ongar ætlanir um at steðga við arbeiði sínum fyri Reyða Kross.
- Men eg leiti eftir einum sum kann loysa meg av sum formann. Men eg steðgi aldrin í Reyða Krossi. Tað er ein lívsstílur, sigur hann.