Heiðraðu Hall í Horsens

Føroyski landsliðsspælarin noyddist skaddur av sínum gamla heimavølli, tá ið Vejle spældi seg víðari í steypakappingini

Mynd: Vejle Boldklub

Fyri fyrstu ferð, síðani hann í summar skifti felag, var Hallur Hansson í kvøld aftur í Horsens.

 

Ørindini vóru saman við nýggja felagnum, Vejle Boldklub, at spæla steypadyst.

 

Í Horsens tóku tey undan dystinum væl ímóti gamla Horsens spælaranum, sum tey handaðu blómur og fagnaðu við lógvabrestum.

 

Á vøllinum var Hallur í nógvum nærdystum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist hann skaddur av vøllinum. Avloysarin var hin føroyski landsliðsspælarin í Vejle – Viljormur Davidsen.

 

Vejle spælir í superliguni, og AC Horsens flutti í summar niður í næstbestu deildina. Í kvøld legði Horsens seg á odda longu í triðja minutti, og heimaleiðslan helt, inntil í evstu løtu, tá ið Vejle javnaði.

 

So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði Vejle tvey mál og spældi seg harvið víðari í steypakappingini við 3-1 sigri.

 

Sunnudagin fer Vejle aftur at spæla í landskappingini. Tá verður tað í Parkini í Keypmannahavn ímóti FCK.

 

Mynd: Vejle Boldklub