Flísan selur øll sløg av flísum, bæði til innan- og uttandurabrúk, sum t.d. flísar til baðirúm, køkar, gólv, tún og trappur.
Tað er Jónsvein Mortensen, sum eigur og rekur handilin.
Hann leggur serligan dent á at veita ráðgeving um val av flísum og álegging, eins og hann eisini kann vísa á rætta handverkaran.
- Flísarnir verða bílagdir beinleiðis frá framleiðara, og vit leggja dent á góða tænastu og skjóta levering, sigur hann.
Flísan hevur stórt úrval av flísum, tilhoyri og útgerð í framsýningarhølunum á Hoydalsvegi 6 í Tórshavn.
Fyritøkan hevur fleiri ára royndir í fakinum og finnur altíð røttu loysnina til kundan.
- Vit eru altíð klár við góðum tilboðum, so tað er bara at halda seg framat, sigur Jónsvein Mortensen frá Flísuni.
Meira fæst at vita á heimasíðuni www.flisan.fo ella við at ringja telefon 218097.
##med2##
##med3##
##med4##