Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandslokkin, finst at mátanum, ið Tjóðveldi argumenterar fyri einum búskapargrunni.
Helgi Abrahamsen sigur í lesarabrævi í dag, at tá Tjóðveldi sigur, at búskapargrunnurin skal verða eitt amboð at fáa ríkisveitingina úr fíggjarlógini, so skal tað takast við stórum fyrivarni.
Hann vísir á, at í løtuni er ríkisveitingin 600 milliónir og eftir ætlan hjá samgonguni skulu 20 prosent av avlopinum á fíggjarlógini leggjast í ein búskapargrunn. Í núverandi støðu vil tað verða eini 6 milliónir um árið, ið kunnu leggjast í grunnin. Tað vil siga, at við verandi gongd, so tekur tað 100 ár við ríkisveiting, at spara til eitt ár av fullveldi, sigur Helgi Abrahamsen.
Sí lesarabrævið her