Hjálpir teimum sum ikki hava ferðatrygging

Tey, sum hava verið í samband við hendingina í Field’s, og ikki hava ferðatrygging ella á annan hátt ikki eru fevnd av tryggingini hjá tryggingarfeløgunum, kunnu venda sær til Tilbúgvingarstovuna.

 

Tað skrivar Heilsumálaráðið í dag. 

– Skjót sálarlig hjálp hevur stóran týdning í kreppustøðum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum, har sagt verður, at Tilbúgvingarstovan kann veita teimum, sum onga ferðatrygging hava, eitt tilboð um sálarliga fyrstuhjálp. 

– Heilsumálaráðið hevur eina avtalu um tilbúgving við Tilbúgvingarstovuna, sum eisini fevnir um sálarliga fyrstuhjálp, skrivar Heilsumálaráðið.