Heilsustýrið sleppur leiðreglum fyri koronu

Tað er ikki longur tørvur á serligum leiðreglum fyri koronu í mun til aðrar sjúkur, sigur danska heilsustýrið

Heilsustýrið metir nú koronuvirus á sama hátt sum aðrar sjúkur og mælir ikki longur til, at fólk fara í sóttarhalda, hava tey eina positiva kanning.

Tað sæst í tíðindaskrivi frá Heilsustýrinum.

– Vit kunnu nú taka enn eitt stig ímóti meira normalum viðurskiftum í mun til handfaring av covid-19 í bæði samfelagnum og heilsuverkinum, sigur Line Raahauge Hvass, sum er settur eindarleiðari í stýrinum í tíðindaskrivi.

– Tað er ikki longur tørvur á serligum leiðreglum fyri covid-19 í mun til aðrar sjúkur, sum til dømis at fólk við eini positivari koronukanning skulu í sóttarhald í minst fýra dagar.

Í staðin mælir Heilsustýrið til, at tú verður heima, um tú ert sjúkur.

/ritzau/