Heilsutrygd søkir kliniskan dietist

 

Um starvið:

 

40 tímar tíðaravmarkað starv í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Starvið endar tann 31. august 2022.  Møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.

 

Starvið verður sett frá 1. oktober 2021 ella eftir nærri avtalu.

 

 

 

Størvini fevna um:

 

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verða skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

 

 

 

Endamálið við hesi tænastu er, at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

 

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at røkja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

 

 

 

Førleikakrøv:

 

  • Útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
  • Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
  • Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
  • Hevur evni at laga teg til tillagingar
  • Koyrikort til persónbil

 

 

 

Vit bjóða:

 

  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv
  • Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
  • Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

 

 

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.                                                                                                                                       Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

 


Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

 

 

 

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. september 2021 kl. 12.00.

 

 

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist á tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 614003.