Klaksvíkingar hava eftir ein tíma lagt seg framum 2-0 í heimadystinum ímóti B36. Málskjútti var Rodrigo, sum sendi bóltin framvið Meinhardi Joensen, eftir at Kristoffur Jakobsen hevði lagt innfyri úr vinstru. Kristoffur hevði frammanundan verið tætt við at fáa stóran møguleika, tá ið tað var um reppið, at hann kom ímillum afturlegging.
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevði B36 stórt trýst á KÍ málið. Næst við at fáa mál var væl upplagdi Santos, men Jákup Mikkelsen bjargaði frágera væl.