Í ár fer heimshandilin væntandi at veksa 9,5%
Tað sigur Landsbankin frá heimshandilsfelagsskapinum, WTO. Í fyrsta ársfjórðingi í ár var heimshandilin 25 % hægri enn í fyrsta ársfjórðingi í 2009. Annars hevur afturgongdin í heimshandlinum frá 2008 til 2009 verið tann størsti hesi síðstu 70 árini, men nú sær út til, at gongdin er vend.
Útflutningurin var 27 % hægri teir fyrstu tríggir mánaðirnir í ár, afturímóti í 2009 og innflutningurin var eini 24 % hægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Annars verður mett, at útflutningurin úr teimum framkomnu londunum fer at veksa 7,5% í ár, men útflutningurin úr heiminum annars er mettur at vaksa eini 11%.
- Veksur heimshandilin við somu ferð sum nú, fer tað væntandi at taka eini tvey ár afturat, áðrenn hann kemur á sama støðið, hann var á undan kreppuni, sigur Landsbankin frá WTO.
Kortini skal leggjast upp fyri, at príshækkingar á olju og aðrir stoytir, kunnu ávirka heimshandilin skeiva vegin.
Hinvegin kunnu útlitini eisini gerast betri, enn tey eru nú, eitt nú vissi arbeiðsloysið í teimum framkomnu londunum lækkar skjótari enn væntað.