Heimsins besta spældi á Tórsvølli í ár

Alexia Putellas úr Spaina og FC Barcelona er triðja kvinnan, sum vinnur Ballon d’Or heiðurin fyri kvinnur

Alexia Putellas úr Spaina og FC Barcelona er triðja kvinnan, sum vinnur Ballon d’Or heiðurin fyri kvinnur. Hon vann heiðurin frammanfyri liðfelagnum í bæði FC Barcelona og Spaina, Jenni Hermoso, og Sam Kerr úr Chelsea.

 

Alexia Putellas er liðskipari á spanska landsliðnum og var við, tá Spania vitjaði á Tórsvølli fyrr í ár. Hon var eisini millum málskjúttarnar, tá Spania vann stórsigur á føroyska landsliðnum í Spania í farnu viku.

 

Hetta er fyri triðju ferð, at Ballon d’Or handar heiður til kvinnur. Undan Alexia Putellas hava Ada Hegerberg og Megan Rapinoe eisini vunnið heiðurin. Alexia Putellas er eisini kosin til UEFA ársins spælara í ár.

 

##med2##