Heimsmet: Kvinna úr Suðurafrika átti 10-burar

Ein kvinna úr Suðurafrika setti fyrr í vikuni nýtt heimsmet, tá hon átti 10-burar. Gamla metið var bert ein mánað gamalt, og tað var ein 25 ára gomul kvinna úr Mali, sum átti 9 børn.

Tann 37 ára gamla kvinnan, Gosiame Thamara Sithole, úr Suðurafrika átti sjey dreingjabørn og trý gentubørn. Hon væntaði sær tó bert seksburar, men skanning vísti, at hon hevði átta børn í búkinum. Men  tá til stykkis kom, fekk hon 10 nýføðingar.

 

Gosiame er nú mamma 12 børnum, tí hon átti longu tvíburar.

 

Viðgongutíðin hjá Gosiame hevur verið sera hørð við nógvari pínu í beinunum og annað.

 

Harumframt hevur Gosiame Thamara Sithole óttast, um øll børnini fóru at klára eina hættisliga føðing, og tey kláraðu tíbetur skerini og eru nú innløgd á sjúkrahúsi, har tey skulu liggja í fimm mánaðir, áðrenn tey kunnu koma heim.