Tað hevur av álvara peikað hvønn sín vegin hjá 07 Vestur og KÍ, sum í dag hittast á Dungasandi.
Meðan KÍ hevur vunnið níggju tær seinastu ferðirnar, so hevur 07 Vestur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar við málmuninum 1-13.
Hjá 07 Vestur er vongverjin í høgru Kevin Egell Johnsen tøkur aftur eftir leikbann, og miðvallarin Janus Svabo Samuelsen er tøkur aftur, eftir at hann í 3-0 heimatapinum ímóti B36 ikki var á listanum.
Hjá KÍ er tað merkisvert, at Heini Vatnsdal er millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur bara verið við í einum landskappingardysti fyrr í ár. Tað var, tá ið KÍ 4. august vann 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. Ta ferðina var Heini Vatnsdal á vøllinum í ein tíma, og síðani hevur hann ikki verið við í landskappingardysti.
Hjá KÍ eru René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen og Pætur J. Petersen ikki á listanum í dag.
07 Vestur – KÍ kl. 15.00
Dómari: Áki Leitisstein Hansen
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Hans Erik Gunnarsson – Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Amer Ordagic – Emil G. Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Filip Brattbakk
KÍ: Mark F. Jensen –Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Alexander Berntson – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken