Petur Skeel er veðurfrøðingur á Sosialinum, og hann veit at siga, at tað var um reppið at desember í fjør setti met, sum heitasta desembermánaði í Føroyum, síðani byrjað var at gera mátingar í 1875.
– Desember var óvanliga lýggjur. Miðalhitin var 6,9 stig, meðan normalurin – tað vil siga miðalhitin yvir 30 ár – er 3,8 stig. Lýggjasti desember eftir 1875 var í 1933. Tá var miðalhitin í desember máldur at vera 7,0 stig, so tað var um reppið, at desember í 2006 setti met, sigur Petur Skeel.
Skiftandi veður um vikuskiftið
Hann sigur somuleiðis, at veðrið verður skiftandi um vikuskiftið og stormur viðhvørt.
– Leygardagin verður hampiligt veður. Hann verður vestaneftir við kavaælingi seinnapartin. Hitin fer at liggja millum eitt og fýra stig, sigur Petur Skeel.
– Sunnudagin fáa vit hvassan vind av vestri og kavaæling. Seinnapartin minkar hann vindin eitt skiftið, men um kvøldið verður aftur hvassur vindur av landssynningi. Tað verður regn og eitt sindur lýggjari.
– Mánadagin verður illveður, útsynningur og ælingur. Seinni upp í storm av útnyrðingi og kavaælingur, sigur Petur Skeel um fyrsta dagin í komandi viku.