Myndir: Álvur Haraldsen

Heldur eina blómu enn eitt klædnaplagg

Fyri góðum seks árum síðan gjørdu Olevina Egilstoft og Rolf Herup Olsen av at skifta býarlívið í Havn um við bygdarlívið í Sandavági

Myndir: Álvur Haraldsen

– Vit búðu rættiliga væl á Suðuroyarvegi í Havn, men vit høvdu tosað um at flyta vestur. Olevina er hiðani og hevur stóra familju her vesturi. Stykki okkara er 1500 fermetrar og liggur í veðurgóðum øki við góðum útsýni, so tað uppfylti øll ynski okkara, greiðir Rolf frá.

 

Olevina og Rolf búðu í sjey ár á Suðuroyarvegi í Havn, har tey høvdu umvælt eini eldri hús og gjørt ein urtagarð.

 

– Fleiri søgdu okkum, at tit fáa einki at vaksa á Suðuroyarvegi, tí her er so ábært, men tá kom treisknið í Olevinu, tí hon elskar at fáa tað at bera til, tá tað ikki eigur bera til, greiðir Rolf frá.

 

Olevina sá rættiliga skjótt, hvussu hon ætlaði at skipa nýggja urtagarðin í Sandavági. Tey byrjaðu kanska nakað øðrvísi enn tey flestu. Tey gjørdu fyrst terassuna og so urtagarðin, og síðani planeraðu tey økið til vakstrarhúsið. Olevina hevði tær stóru skitsurnar í høvdinum og sá, hvussu økið kundi skipast. Tey hava ikki brúkt professionella ráðgeving ella gartnara, men tey halda, at tað er umráðandi, at tú lærir lendið og veðrið at kenna, og at tú skapar lívd og byrjar í smáum.

 

– Vit hava tríggjar stórar steinar, sum skapa lívd, og teimum hava vit arbeitt okkum út frá. Eitt tað fyrsta vit gjørdu fyri at fáa meiri lívd, var at planta ein runn av olearia, sum javnan verður kliptur. Vit hava nógv av olearia, sum trívist væl og er grønt alt árið. Vit hava eisini nakað av kaprifoliu, hon veksur skjótt og er næstan grøn alt árið. Eisini vóru vit tilvitað um, at blómunar ikki skuldu vera so høgar tey fyrstu árini, tí tær tola ikki vindin, sigur Olevina og leggur afturat, at tey hava roynt at hava litir í havanum alt árið, so tað bert er í januar, at urtagarðurin er litleysur. Tær fyrstu blómurnar, sum spretta eru krokus, og so eru tað páskaliljurnar og síðani tulipanirnar. Seinni spíra rododendronirnar. Aðrar plantur sum Olevina nevnir eru litingarsortugrøs, blákolla, astilbur, pionir, lupinir, sitróntimian og rósur.

 

##med2##

 

– Eg havi nýtt blómur, sum eg kendi heimanífrá, og so havi eg havt gleði av Facebookbólkinum »Urtagarðs áhugaði«. Hesin bólkur hevur verið góður í ráðum og givið mær íblástur, og so havi eg eisini fingið kunnleika til aðrar plantur, greiðir Olevina frá.

 

Rolf hevur laðað garð fram við rásunum við gróti, sum er komið undan, tá tey hava grivið í urtagarðinum.

 

Vakstrarhúsið kom fyri trimum árum síðani, og tað verður eisini nýtt sum havastova. Har stytta tey sær stundir eftir urtagarðsarbeiði bæði vátar, kaldar og turrar dagar. Tey hugna sær í vakstarhúsinum eitt nú við morgunkaffi, samveru – og Olevina hevur eisini havt bindiklubb har.

 

Olevina sigur, at planturnar í vakstrarhúsinum eru fyri at hugna um og vísir á eina rósu, sum var í eini bukett, sum hon helt vera so ótrúliga vakra, so hon stakk hana niður í mold.

 

##med3##

 

– Tað riggar ikki altíð, men hatta riggaði, og bløðini eru sum velour.

 

Seinastu vikurnar er urtagarðurin hjá Olevinu og Rolf nógv broyttur. Í mai mánað var ein maskina inni á stykkinum, sum planeraði eitt øki, og nú í summar hava tey nýtt nógva tíð í urtagarðinum. Tey hava gjørt rásir við skervi, og so hevur Rolf laðað garð, og Olevina hevur plantað blómur í beðini.

 

– Olevina keypir sær heldur eina blómu enn eitt klædnaplagg, sigur Rolf smílandi, men tó er nógv av vøkstrinum í urtagarðinum fingin til vega við avleggarum frá foreldrum og systkjum okkara.

 

– Vit búðu í Svøríki eitt ár, og haðani hava vit nógvar avleggarar. Bara tað er rót á, so ber til at pakka hann inn í plastikk, greiða tey bæði frá.

 

Tey hava ymiskar plantur í urtagarðinum, og fyri at halda skil á nøvnunum hevur Olevina stungið eitt navnaskelti niður í moldina, har plantan stendur. Olevina fæst eisini við plantur í sínum arbeiði í FK í Miðvági, har hon bíleggur vørur til plantumarknaðin í handilinum, so tað er lætt at verða freistað, sigur hon smílandi.

 

Olevina og Rolf hava bæði áhuga fyri urtagarði, og bæði hava foreldur, sum leggja nógva orku í urtagarðsarbeiði og hava sera snotuligar urtagarðar. Tó hevur Olevina fingið tað meiri inn við móðurmjólkini heimanífrá enn Rolf. Hon er uppvaksin við stórum urtagarði, har øll systkini altíð hava arbeitt nógv í garðinum, so tað hevur altíð verið ein náturligur partur hjá teimum – og tey eiga fýra fittar døtur, sum eisini trívast væl í urtagarðinum.

 

##med4##

 

– Mamma klipti avleggarar og tók teir heim við, tá vit vóru uttanlands og ferðaðust, og pápi kláraði ikki at lata vera við lúka ókrút, sum hann sá á ferðini, sigur Olevina smílandi.

 

– Eg haldi, at mamma var millum tey  fyrstu sum royndi at planta olearia macrodonta í Føroyum, og onkutíð tá foreldrini høvdu klipt av ymisku runnunum, tók eg avleggarar við til vakstrarhúsið í Sandavági, sum eisini var mítt fyrsta arbeiðspláss, leggur Olevina afturat.

 

Næsta verkæltlanin er økið norðan fyri húsini. Har er mest bøur, men tey hava gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tey skulu skipa økið. Ætlanin er at hava trø niðan móti vegnum fyri at avbyrgja stykkið og ein garð fyri at skapa lívd.

 

– Eg ynski mær stór trø, men eg havi ikki so nógv pláss til at seta tey í. Vit eru ikki til so nógv gras, men kanska fara vit at gera ein grasvøll norðanfyri, sigur Olevina.

 

– Hóast tað viðhvørt er krevjandi at halda ein so stóran urtagarð, gevur tað nógv meira enn tað krevur, siga Olevina Egilstoft og Rolf Herup Olsen at enda.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen