Helen Hansen 70 ár

Hon hevur búð í Danmark í meira enn hálvthundrað ár, og pápin var dani. Men Hella er fødd og uppvaksin í Føroyum, hon er suðuroyingur. Og hon er vágbingur. Tað hoyrir tú beinanvegin, hon letur munnin upp. Og Hella er røsk at práta, veit eisini nógv at práta um og hevur gjørt seg kunna við so nógv ymisk viðurskifti í samfelagnum. Serliga kunnug er Hella við viðurskiftini hjá teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu.

Hella hevði búð leingi í Danmark, áðrenn vit fingu nakað Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Tað eru ikki so fáir sjúklingar, ið eru farnir úr Føroyum til Danmarkar, sum hava kent fløvan av hennara hjálpandi hondum, og sum hava funnið vegin til tær opnu dyrnar í Værløse.
Góða Hella. Vit báðar, sum á henda hátt heilsa tær á sjeyti ára degnum, eru bara tvær av teimum mammunum, sum tú uggaði á sjúkrahúsferð í Danmark við ófullførum børnum. Tú møtti foreldrum, sum fingu børn síni heim aftur við sær, og eisini foreldrum, sum máttu lata síni børn verða eftir í Danmark, tá tey sjálv fóru heim aftur. Tú hevur mangan verið í móður stað, eisini sitið á songarstokkinum, tá hjálparleys børn og vaksin hava latið eyguni aftur fyri seinastu ferð.
Á sjeyti ára degi tínum hevur tú so søtliga uppiborið eina hjartans tøkk frá tínum landsmonnum fyri títt stóra arbeiði ímillum tey, ið ikki við orðum eru før fyri at takka fyri hjálpina.
Tá JAVNI, landsfelagið evnaveikum at bata, var stovnað í 1971, teknaði tú teg til lim í felagnum. Og tín partur lá ikki eftir, tá felagið fór til verka. tú kendi persónliga nógvar av teimum føroyunum, sum búðu á stovnum í Danmark, og onkur hevði eisini búð á Ebberødgård, tá sonur tín búði har, hóast tey flestu eftir 1959 búðu á Rødbygård. Tú kendi nógv føroysk foreldur, og tú kendi tey starvsfólk í Danmark, sum dagliga vóru um tey. Tú vart føroyingur og kendi til føroysk viðurskifti. Tí vart tú mangan góð at heita á og til stóra hjálp fyri felagið Javna. Og vit minnast fyrilestrarnar, tú hevði fyri okkum her heima.

Hvør er so henda konan, sum nú fyllir sjeyti ár? Hella er fødd í Vági, fødd uppi á kvistinum á kafenum, hevur hon sjálv sagt í eini samrøðu í 1995. Mamman varð rópt Andrea á Kafenum. Hon var dóttir Julius í Smillum og Elsebeth Katrinu, ættað úr Fuglafirði. Pápi Hellu var vanliga róptur Jydin á Smyril. Simoni Frederiksen var bóndasonur og skuldi festa garð nærhendis Skagen. Men hugur hansara stóð til sjógvin, og hann endaði so í Føroyum, sigldi við ymiskum skipum og var í eini 10 ár fýrbøtari umborð á »Smyrli«, haðani navnið. Tær vóru bara tvær systrar, Hella og Kamma, og báðar giftust til Danmarkar. Foreldrini fluttu eisini niður at búgva.
Hella var bert 17 ára gomul, tá hon og Hilmer funnu saman. Og fýra ár seinni vóru tey vígd í Vágs kirkju. Hella var tá útbúgvin barnasjúkrasystir og maðurin verkfrøðingur. Tey fingu trý børn og ættleiddu eisini eina gentu. Tá Hella og Hilmer bæði hava verið so virkin í arbeiðinum fyri teimum minni mentu, so er tað tí, tey kenna so væl, hvussu hesi menniskju altíð hava verið fyri vanbýti í samfelagnum. Hella hevur talað og skrivað nógv um kor teirra evnaveiku. Í 1976 kom út bók hennara um sonin Calla, har hon í fororðunum skrivar: Jeg har skrevet denne bog dels fordi jeg ikke kunne lade være, og dels fordi jeg har følt det som en pligt at give min viden videre, bl.a. til de forældre, hvis verden mere eller mindre er styrtet i grus ved konfrontationen med den kendsgerning, at deres barn aldrig vil blive som andre.
Umframt elsta sonin so var ættleidda dóttirin eisini brekað og hjálparleys. Men bæði tey yngru børnini og maðurin hava staðið undir liðini á Hellu, og uttan teirra stuðul var neyvan komið so nógv av skafti hjá henni í stríðnum at bøta um korini hjá teimum ófullføru.
Vit, sum hava funnið vegin til Åsevej í Værløse, vita, at Hella hevði ikki kunnað tikið ímóti so nógvum fólki í sínum heimi, um ikki Hilmer og børnini vóru, sum tey vóru, hjartalig og blíð eins og Hella sjálv. Og øll skiltu tey føroyskt, so tá føroyingar vitjaðu, varð bara tosað føroyskt. Dóttirin er nú gift í Noregi og eigur tvey børn. Yngri sonurin býr ikki so langt frá foreldrunum við konu og trimum børnum, sum altíð kunnu koma til ommuna og abban. Og Calle, sum býr í sambýli í Jonstrup, vitjar foreldrini heima og tey hann, har hann býr.
Hella verður nú 70 ár. Hilmar er nøkur ár eldri. Tey eru ikki meira á lønandi arbeiðsmarknaðinum, men ongantíð arbeiðsleys. Í meira enn 25 ár arbeiddi Hella á somu vøggustovu. Hon gavst ikki, fyrr enn hon fall fyri aldursmarkinum. Men tá fekk hon meira tíð at gera sjálvboðið arbeiði, har tørvur var á tí. Og nú hevur Hella sítt fasta arbeiði í Mariukirkjuni, ið ger eitt stórt arbeiði ímillum narkomanar mitt inni í Keypmannahavn. Tað var ikki tað lættasta arbeiðið, Hella valdi sær sum pensionistur. Men tað høvdu vit, skum kenna hana, heldur ikki væntað.
Góða Hella. Tá tað ikki ber okkum báðum til at koma í konugildi, so fara vit á henda hátt at ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum tann 27. juni, og vit biðja um Harrans signing yvir teg og tíni og tað arbeiðið, tú gert. Trúgv hava tit verið, tú og Hilmer, at vitja henda veg, og vit vænta eisini at síggja tykkum her einaferð seinni í summar.
??????????????

Poula og Helena