Helena lívgar Kringvarpið

Gongur tað so, sum Helena Dam á Neystabø vil, so fer aftur at fløða í kassanum hjá Kringvaprinum. Tí lands­stýr­is­kvinnan í ment­amál­um fer nú at broyta kunn­gerðina um kringvarpsgjald.

Í dag er tað Kringvarpið, sum skal prógva, um tú hevur sjónvarp ella útvarp og harvið ert tvungin at rinda kring­varps­gjald. Hetta verð­ur nú vent við. Nú skulu øll hava uppkrav, og hevur tú hvørki útvarp ella sjón­varp, so er tað tín uppgáva at prógva tað fyri at sleppa undan at gjalda.

Men tað nýggja er eisini, at nú skulu øll, sum hava internetsamband eisini rinda kring­varps­gjald. Tað vil siga, at um tú frávelur útvarp og sjón­varp – so sleppur tú kortini ikki undan at gjalda fyri tað, um tú hevur internetsamband, og tað mást tú hava til so ómetaliga nógv onnur endamál enn at lurta eftir Kringvarpinum.

Soleiðis fær Kringvarpið eyka inntøkur. Og so kann Helena Dam á Neyst­abø liva upp til lyftið um, at lýsingarnar í Kring­varp­i­num skulu niðurlagast. Men tað er tíverri lítið, sum bend­ir á, at hon virð­ir hesa semju. Privatu miðl­ar­nir hava ongan kjans at kapp­ast við Kringvarpið, sum við eini 80 almennum mill­i­ón­um undirbjóðar á lý­s­ing­ar­mark­n­að­i­num. Soleiðis er tað lands­stýr­is­kvinn­an í ment­a­mál­um, sum er ein hóttan í­móti ti­l­ver­u­grund­ar­lag­num hjá priv­atu miðlunum í Før­oyum.

– Tað er ómentað...