Helgi og Pauli vóru fyri stórtapi á útivølli

Kristiansand fekk av at vita í útidystinum móti Runar

Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag úr Kristiansand til Sandefjord fyri at spæla dyst móti Runar í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Runar vann stórsigur 39-26. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-11. 

 

Pauli skoraði trý mál uppá fýra málroyndir. Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál uppá tvær málroyndir.

 

18. september spælir Kristiansand á heimavølli móti Sandnes, ið flutti upp í deildina aftaná farna kappingarár.

 

Kristiansand hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.