Helgi skal spæla uppflytingardystir móti sínum komandi liði

Helgi H. Hoydal er endaður í einari sera margháttligari støðu

Helgi H. Hoydal hevur roynst Viking Stavanger ein sera hollur leikari

Helgi H. Hoydal hevur roynst Viking Stavanger ein sera hollur leikari

Landsliðsspælarin í hondbólti, Helgi H. Hoydal er endaður í einari margháttligari støðu, ið neyvan nakar annar í føroyskari hondbóltssøgu, ella fyri tann skuld føroyskari ítróttarsøgu er endaður í.

 

Komandi hósdag klokkan 17.30, og komandi sunnukvøld klokkan 18 skal Helgi saman við Jónasi G. Djurhuus, Tróndi Mikkelsen og hinum liðfeløgunum í Viking Stavanger spæla uppflytingardystir um rættin at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið hjá Viking Stavanger er Kristiansand, ið er liðið sum Helgi hevur skrivað sáttmála við til komandi kappingarár.

 

Kristiansand endaði aftast í kvalifikasjónsbólkinum í bestu hondbóltsdeildini, og skal tí spæla móti Viking Stavanger sum vann kvalifikasjónsbólkin í næstbestu hondbóltsdeildini. 

 

Helgi skal sostatt stríðast manniliga saman við Jónasi, Tróndi og hinum í Viking at knógva Kristiansand, ið hann skal umboða komandi kappingarár.

 

Umframt Helga hevur Pauli Mittún eisini gjørt sáttmála við Kristiansand til komandi kappingarár.

 

Í uppflytingardystunum millum Kristiansand og Viking Stavanger verður spælt best av trimum dystum. 

 

##med2##

 

Helgi H. Hoydal hevur roynst Viking Stavanger ein sera hollur leikari

Helgi H. Hoydal hevur roynst Viking Stavanger ein sera hollur leikari

Tá Helgi H. Hoydal bleiv presenteraður sum komandi spælari hjá Kristiansand fyrr í ár

Tá Helgi H. Hoydal bleiv presenteraður sum komandi spælari hjá Kristiansand fyrr í ár