Helle Thorning-Schmidt vitjaði Føroya Tele

Helle Thorning-Schmidt og fylgi vitjaðu í dag í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Klingruni í Hoyvík í dag, har Kristian Davidsen, stjóri, vísti henni runt í húsinum og greiddi frá virkseminum hjá Føroya Tele.

– Hon var sera áhugað í at hoyra um, hvussu vit hava ment eina telefyritøku her í Norðuratlantshavi, og hvussu vit hava bundið okkara oyggjar upp í umheimin. Eisini hevði tað hennara áhuga at frætta um, hvussu vit hava fingið forrætning í telesamskifti í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hon vísti eisini serligan áhuga fyri at frætta um tað, sum Føroya Tele ger í danska sektorinum saman við Mærk og Hess, sigur Kristian Davidsen.

Forsætisráðharrin og fylgi vórðu víst runt í bygninginum hjá Føroya Tele, har tey gingu millum starvsfólkini.

– Ein slík vitjan hevur týdning. Vit skulu vísa okkara land fram frá okkara góðu síðum, og tað vilja vit verða við tii á henda hátt, segði Kristian Davidsen.

Hoyrið ljóðbrot við Kristian Davidsen niðanfyri: