Helst verður nakað av línufiski í vikuni

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. So, vit roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

 

Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum, og eitt er vestanfyri. Tvey smærri ísfiskalínuskip eru eisini til fiskiskap. Annað er á Føroyabanka, og hitt er á Byrenbankanum.  

 

- Vit rokna við, at trý av ísfiskalínuskipunum koma inn at landa í vikuni sum kemur, og tað fjórða skipið kemur helst fyrst í aðru viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipini fáa mest av toski, longu og so nakað av svartkalva.

 

Her á In.fo gita vit, at ísfiskalínuskipið - ella útróðrarbáturin - sum ger royndir við línu á Føroyabanka, eisini fær nakað av hýsu, og vit gita eisini, at hetta er útróðrarbáturin, Brandur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt frystilínuskip er í Eysturgrønland, og fimm frystilínuskip eru undir Føroyum.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. So, vit roknað við, at nakað verður av útróðri. Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, og teir fáa mest av hýsu.