Hendir hetta fer tað at verða rættiliga buldrasligt

Fakfeløg ávara landsstýrið

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, væntar, at tað verður buldrasligt

Fer Løgtingið at leggja seg út í ósemjuna, er hetta ikki longur bara ein ósemja ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrumegin, og Pedagogfelagið hinumegin. So verður hetta nevniliga ein ósemja við alt Fakfelagssamstarvið.

 

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og talsmaður fyri Fakfelagssamstarvi, sum er Starvsfelagið, Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Pedagogfelagið, sum er í verkfalli, er eisini limur í Fakfelagssamstarvinum.

 

Í morgin fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um at skerja verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Endamálið er at Almannaverkið skal fáa so frægt av pedagogum til arbeiðis, at tey kunnu tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða. Almannaverkið hevur mett, at minstakravið er, at 39 pedagogar verða til arbeiðis men tey fingu bara undantaksloyvi til 16 pedagogar og sostatt staðfestir stjórin í Almannaverkinum, at lív og heilsa er í váða.

 

Men Fakfelagssamstarvið vil ikki hoyra talan um, at Løgtingið skal leggja seg út í verkfallið. Tey siga, at hetta er at skerja verkfalsrættin og tað tey átala staðiliga. Tey siga, at hetta er ein rættiliga stór provokatión ímóti fakfeløgunum. Hetta er eisini eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á tann fría samráðingarrættin, sigur Fakfelagssamstarvið.

 

Súni Selfoss vil ikki siga enn, hvat aftursvarið frá fakfeløgunum verður, ger Løgtingið álvara av ætlanini at legga seg út í verkfallið. Men í tíðindunum á FM1 sigur hann, at verður hetta samtykt væntar hann, at tað verður rættiliga  buldrasligt, sum hann orðaði seg. Tey hava ikki kannað málið hjá øðrum fakfeløgunum, men hann ivast ikki í, at tey hava fulla undirtøku fyri hesum í allari fakfelagsrørsluni.

 

Í Fakfelagssamstarvinum ivast tey ikki í, at uppskotið, sum ætlanin er at leggja fyri Løgtingið í morgin, er langt síðani skrivað og hevur ligið klárt at leggja fyri Løgtingið, longu áðrenn verkfallið byrjaði. Vit hava áður hoyrt um tað, men vit hava latið ivan komið landsstýrinum til góðar. Tíverri vísir tað seg, at álitið varð svikið, tí longu á fyrsta verkfalsdegi nýtir landsstýrismaðurin høvið at leggja uppskotið fram, siga tey.

 

Tey vísa á, at fakfeløgini geva undantøk í verkføllum, tá ið lív og heilsa eru í váða. Hetta er eisini gjørt í hesi ósemjuni og tí halda tey, at hetta inntrivið er heilt óneyðugt.

 

Súni Selfoss sigur, at verkfalsrætturin er ein hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum. Í hesum føri verður lagt upp eitt óneyðugt stríð ímillum politiska myndugleikan og fakfelagsrørsluna, vit ávara landsstýrið ímóti at fara hesa leiðina, sigur hann. Hann sigur, at vit hava longu skipanir ið kunnu loysa ósemjur, sum hesar, bæði semingslógina og Fasta Gerðarrættin, so tað er óneyðugt hjá Løgtinginum at leggja upp í.

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, væntar, at tað verður buldrasligt