Hepna Andrea

Hvussu kundi eg verða so heppin? - Hesin var tankin hjá 13 ára gomlu Andreu Jacobsen úr Nólsoy, tá hon fríggjakvøldið við hjálp frá Gekkinum gjørdist 190.000 krónur ríkari

Helena Debes Højgaard


"Alle gode gange tre" eru orð, sum Andera saktans kann taka undir við, tí tað var ikki fyrr enn í trðiju og seinastu roynd, at henni eydnaðist at fáa hjólið at steðga á bláa Gekkinum við teimum 190.000 krónunum.

Frystu ferð steðgaði hjólið á 4.500 krónum, men Andrea segði seg vilja royna aftur. Aðru ferð á 2.500 krónum, og eitt lítið "sukk" hoyrdist frá Andreu.

- Eg royni enn einaferð, helt hon tó fyri, og snaraði fyri seinastu ferð. Síðan hoyrdist eitt lítið hvín í telefonini, og so var tøgn. Andrea hevði vunnið tær 190.000 krónurnar, sum var størsti vinningurin fríggjakvøldið.

Andrea Jacobsen býr úti í Nólsoy, saman við ommu síni, og eins og hjá nógvum øðrum nólsoyingum, er tað fastur táttur hjá henni og ommuni at sita og spæla Gekk hvørt fríggjakvøld. Um hesin tátturin nú verður niðurlagdur, meldar henda søgan einki um, men hjá Andreu tykist eydnan í spæli ikki enn verða heilt uppbrúkt. Saman við mammu síni var Andrea nevnliga mánamorgunin á gólvinum hjá SvF, har hon til stuttleika tvær ferðir aftur royndi at snara Gekkahjólinum. Báðu ferðirnar steðgaði hjólið á tí sama bláa Gekkinum, sum fríggjakvøldið gjørdi Andreu til eina ríka unga damu.

Sum so nógv onnur, var Sosialurin forvitin eftir at frætta, hvat stóri vinningurin skal nýtast til.

- Okkurt pent fer hon nokk at keypa sær, helt mamman fyri. Annars hevur Andrea, sum í løtuni gongur í 7. flokki, ætlanir um at útbúgva seg sum djóralækni, og sleppur hon tá undan einum lestrarláni.


Fær peningin tá verkfallið er av

Tá Andrea var og vitjaði hjá SvF mánamorgunin, fekk hon handaðan tann stóra kekkin, ið Rudolf skrivaði henni á sjónvarpsskíggjanum fríggjakvøldið. Pengarnar fær Andrea tó ikki fyrr enn verkfallið einaferð fær ein enda. Orsøkin er tann, at vegna arbeiðsstøðg er eingin at taka sær av bókhaldinum hjá SvF, og tískil er heldur eingin at flyta peningin til Andreu. Men pengarnar skal hon nokk fáa, vissar marknaðarstjórin í SvF um.