Her er bert ruðul og ongin kós

“Vit ætla at selja tey húsini vit eiga – eg kann nevna Býarbókasavnið, Guðrun & Guðrun, aftanfyri hjá Kissa, Reinsaríið, Perluna, Meiaríið og Posthúskjallarin..” sitat: Heðin Mortensen, borgarstjóri í D&V 22.juli.

 

Jú, vit hoyrdu øll rætt.

 

Men so meinti borgarstjórin tað ikki allíkavæl.

 

Mikið rumbul, skelkaðir havnaborgarar og ikki minst tey, sum í mong ár hava rikið og bygt upp handils- og mentanarlív rista í brókunum. Skal grundarlagið undir hesum arbeiði bara brótast niður?

 

Seinastu 20 árini hava skiftandi býráð verið samd um at skipa Tórsgøtu sum mentanargøtu, sum skuldi renna saman við Vágsbotni, ið skal gerast til býarrúm til trivnað og hugnað. Skulu hesar visjónir eisini bara skrottast?

 

So fyrilitarleyst kann man ikki fara fram móti egnum samtyktum, ei heldur við seriøsum handilsfólki, tónleikarum og sjónleikarum. Og als ikki við vanligum havnarfólki, ið eru góð við sín bý. Fyri síðan at kúvenda og nærmast harta fólk fyri, at hava misskilt seg. Tað hevði klætt borgarstjóranum at tikið í egnan barm og sagt ‘orsakað, eg orðaði meg skeivt’.

 

Men hetta er eyðkent fyri sitandi meiriluta á Vaglinum. Her verður arbeitt eftir tilvild og uttan mið og mál. Og altíð populistiskt. Gjøgnumskygni og hoyringar eru bara eitt eiti. Vit hoyra, hvussu grannar til ætlaða risa P-húsið kenna seg viðfarin. Tann prosessin hevur verið alt annað enn nøktandi.

 

Frúutrøð er annað dømi um hetta sama arbeiðslag, - alt økið og gamli Musikkskúlin eru júst avreidd uttan nakra politiska viðgerð. Vit sum sótu í meiriluta í síðstu setu, arbeiddu við frálíkari ætlan um at gera 10-15 eldraíbúðir og Býarsavn á hesum deiliga bletti mitt í býnum, ið kommunan eigur og ræður yvir.

 

Sitandi meiriluti vildi ikki vita av Býarsavninum og fór undir at fyrireika íbúðir á allari Frúutrøð. Men hvat hendir? Nú mitt í juli mánaði fáa limirnir í fíggjarnevndini tpost um at taka undir við at leiga gamla Musikkskúlan (og harvið alla Frúutrøð) til Almannaverkið! Minnilutin atkvøddi skrivliga ímóti og mælti til at halda fast í ætlanunum at gera íbúðir og Býarsavn á Frúutrøð, meðan býráðsmeirilutin samtykti at langtíðarleiga til Almannaverkið.

 

Øll unna vit børnunum sum tørva frítíðarpláss góð hølir, hetta snýr seg ikki um tað. Men kommunan má hava virðing fyri egnum samtyktum og týðandi ognum og býarrúmum og ikki bert spæla sær av við tey í eini handavending. Ongin kunning um hetta mál liggur enn í skipanini, har øll nevndarmál annars liggja. At koyra eitt so stórt og týðandi mál ígjøgnum uttan nevndarfund og nærmast í loyndum er veruliga átaluvert. Hvussu kann umsitingin lata slíkt um seg ganga?

 

Tað er í lagi, at hava ætlanir um at tætta býin og fáa fleiri íbúðir. Tað er eisini neyðugt at selja fleiri kommunalar bygningar. Men hetta má viðgerast ordiligt, demokratiskt og væl gjøgnumhugsað. Serliga tá tað kemur til týðandi, søguligar og ikoniskar bygningar og býarrúm mitt í býnum, har vit ynskja at mentan og lív skal vera.

 

Hesum bygningum má kommunan framhaldandi eiga og tryggja sær ræðisrætt yvir. Í heyst fær TK uppskot frá arkitektum til, hvussu innasti miðbýurin skal skipast framyvir. Man eigur sjálvsagt at bíða eftir tí og síðan viðgera tað demokratiskt; í býráðnum og í almennum hoyringum. Øll mugu sleppa til orðanna um, hvussu vit skipa býarkjarnuna, tí tað er eitt so ómetaliga týdningarmikið mál, sum liggur so nógvum fólki nær at hjarta.

 

Vit eiga øll hendan býin og ikki bara ein meiriluti, ið tilvildarliga situr við valdið nú.