Her er nýggi venjarin hjá B68

Tað verður ungur skálamaður, ið skal taka sær av tí torføru uppgávuni at varðveita sætið hjá B68 í bestu deildini.

B68 hevur havt eitt strævið kappingarár í Effodeildini, har tað eftir 17 umfør framvegis ikki er eydnast toftamonnum at vinna nakran dyst. Sjey javnleikir er tað blivið til, og hetta viðførir, at somuleiðis sjey stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. Harafturat er B68 á aftasta plássi.

 

Í fyrru kappingarhálvu var tað legendariski Landskrona-venjarin, Páll Hagbert Guðlaugsson, ið stóð við stýrisvøllin hjá toftamonnum. Hann fór tó frá eftir 15. umfar, ið varð leikt síðst í juni. Síðani hevur tað verið klaksvíkingurin, Oddur Olsen, sum fyrr í ár hevur virkað sum hjálparvenjari, ið hevur verið venjari hjá B68 í summarsteðginum og til og við 17. umfar. Oddur Olsen var einsamallur venjari hjá B68 farna sunnudag, tá ið B68 tapti tepurt 2-1 ímóti NSÍ í Runavík.

 

Nú er tó greitt, at ein annar maður eisini kemur at virka sum venjari saman við Oddi Olsen. Talan er um 26 ára gamla skálamannin, Eliesar Olsen, ið ikki hevur havt nakra venjarastarv í ár, sum skal vera annar av venjarunum hjá B68, ið skulu royna at varðveita sætið hjá felagnum í bestu deildini. Tað skrivar B68 á heimasíðu sínari.

 

Eliesar Olsen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 2010 gjørdist venjari hjá Skála, sum tá var í triðbestu deildini. Síðani var hann venjari har fram til 2014. Hansara størsta bragd sum venjari hjá Skála var, tá ið hann førdi liðið upp í Effodeildina í 2013.

 

Í fjør var Eliesar Olsen venjari hjá EB/Streymi, sum flutti niður, og síðani tá hevur hann verið arbeiðsleysur sum venjari á hægsta stigi í Føroyum.

 

Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaraparinum hjá B68 verður í morgin, tá ið oddaliðið í Effodeildini, KÍ, kemur á vitjan á Svangaskarði.