Her er nýggi formaðurin

Hann er ikki ókendur í Kringvarpinum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í Stýrið fyri Kringvarp Føroya. Sostatt verður tað hann, sum tekur við eftir at Elin Winther Poulsen er farin frá eftir at verða sett í starv sum journalistur í Kringvarpinum. Nýggi formaðurin er fyribils settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.

 

Símun Jóannesarson Hansen er 50 ára gamal, býr í Saltangará og er fulltrúi í Almannamálaráðnum. Hann er løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt at hann fekk útbúgving í marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning. Símun Jóannesarson er ikki ókunnigur við kringvarpsarbeiði, tí hann hevur gjørt tónleikasendingar í Kringvarpinum við jøvnum millumbilum síðan 1991.