Her er nýggi stjórin á Strandferðsluni

Hann tekur við starvinum tann 1. novembur

Nú er greitt, hvør verður nýggjur stjóri á Strandferðsluni. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur nevniliga gjørt av at seta Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. Hann sigur, at við sínum yrkisroyndum í almennari fyrisiting, og í privatum virkjum, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á Strandferðsluni. Niels Juel Arge er annars ikki ókendur á Strandferðsluni. Hann hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum, umframt at hann var fyribils stjóri í 2007. 

 

Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Århus. Niels Juel er 56 ára gamal og eftir ætlan byrjar Niels Juel í starvinum 1. novembur. Hann tekur við eftir Hilmar Eliasen, sum legði frá sær fyrr í ár. Síðani hevur Jóhan Petur Abrahamsen verið virkandi stjóri, men nú fær Stranderðslan so aftur fastan stjóra.